Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.03.2026 11:35

Er Kvinnurørslan í dvala – ella í broyting?

Tíðindaskriv/ Javnstøðunevndin

Hóskvøldið 5. mars bjóða javnstøðunevndin og Femifagnaðurin øllum vælkomnum til framløgu, sofaprát og kjak um leiklutin hjá kvinnurørsluni í dagsins samfelagi. 

Áðrenn vit fara at viðgera kvinnurørsluna í Føroyum, seta tiltikna, íslendska kvinnuverkfallið í 1975 á breddan. Til høvið hevur javnstøðunevndin bjóðað íslendsku Fríðu Rós Valdimarsdóttir til Føroya at greiða frá um kvinnurørsluna í Íslandi. Fríða Rós Valdimarsdóttir er ikki bara einhvør, tá tað ræður um kvinnurættindi í Íslandi. Hon hevur verið virkin í íslendsku kvinnurørsluni tey seinastu 30 árini, millum annað sum forkvinna í íslendsku kvinnufelagasamskipanini, sum er meginfelagið hjá íslendsku kvinnufeløgunum. Tey seinastu fýra árini hevur hon hartil havt uppgávuna at samskipa landsfevnandi kvinnuverkfallið í Íslandi. Í dag arbeiðir Fríða Rós Valdimarsdóttir sum serfrøðingur innan útbúgvingarøkið, meðan hon hevur sæti í nevndini hjá meginfelagnum fyri evropisku kvinnusamskipanirnar umboðandi Ísland (European Women’s Lobby). Seinast í skránni verður spennandi kjak um, hvønn leiklut kvinnurørslan hevur í dag. Óluva Zachariasen er orðstýrari.

Tiltakið “Er kvinnurørslan í dvala – ella í broyting?” verður í Perluni í Havn hóskvøldið 5. mars kl. 19-21.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Skrá:

  • Kl. 19.00 Javnstøðunevndin bjóðar vælkomin
  • Kl. 19.10 Framløga: ‘Kvinnuverkføll í Íslandi og samhaldsfesti’ 
    – Fríða Rós Valdimarsdóttir, serfrøðingur í kvinnurørsluni í Íslandi. (GG: Framløgan verður á enskum máli)
  • Kl. 19.40 Sofaprát: “Tá Ísland legðist lamið”: Hvønn týdning fekk søguliga kvinnuverkfallið í 1975? Og ávirkaði tað Føroyar? 
    – Hildur Patursson og Fríðu Rós Valdimarsdóttir 
  • Kl. 20.00 Steðgur við livandi tónleiki við Ronju Rasmussen
  • Kl. 20.10 Pallborðskjak: Er kvinnurørslan í dvala – ella í broyting?– Runa Preeti Ísfeld, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Turið Debes Hentze, Tóra Effersøe Mortensen og Gunnhild Dahl Niclasen


GG: Kvøldið fyri tiltakið, t.e. mikudagin 4. mars, sýnir Filmsfelagið heimildarfilmin frá 2024 ‘The Day Iceland Stood Still’ um søguliga kvinnuverkfallið í Íslandi í 1975. Hildur Patursson, sum tók lut í kvinnuverkfallinum í 1975, innleiðir filmin. Atgongumerki kunnu keypast á bio.fo.  



Hvussu sær kvinnustríðið út í dag?

Eftir at ST-aðalfundurin hevði samtykt, at 1975 var altjóða kvinnuár, vóru javnstøða og kvinnurættindi sett í miðdepilin um allan heimin. Sum avleiðing varð staðfest tvey ár seinni, at 8. mars skuldi vera altjóða kvinnustríðsdagur. Tann 24. oktobur í 1975 gjørdi kvinnurørslan í Íslandi veruliga hol í sjógvin, tá heili 90% av kvinnunum fóru á gøturnar at mótmæla. Kvinnurnar løgdu alt arbeiði frá sær fyri at gera upp við ójavnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum, umframt vantandi virðingina, sum kvinnuleikluturin fekk í samfelagnum. Kvennafrídagurinn í 1975 var ein kollvelting, sum vakti stóran ans úti í heimi. Nú góð 50 ár eru liðin, verður framvegis skipað fyri kvinnuverkfalli í Íslandi. 

Eins og aðrastaðni hevur kvinnurørslan í Føroyum vunnið seg fram, mangan í samlag við arbeiðararørsluna. Fiskepigernes Faforening, ið sá dagsins ljós á Tvøroyri í 1922, hevði sín stóra leiklut sum Føroya fyrsta arbeiðskvinnufelag. Í 1977 varð skipað fyri mótmælisfundi á Vaglinum í Havn, sum Kvinnufylkingin, ið varð stovnað tvey ár seinni, stóð fyri. Nevnivert er, at í 1977 eydnaðist Havnar Arbeiðskvinnufelagi við Andreu Árting á odda at tryggja kvinnum rættin til líkaløn. 

Neyðugt er tó at hyggja út um arbeiðsmarknaðin fyri at fáa frænir av kvinnustríðnum í dag. Eitt nú varð nýggj fosturtøkulóg eftir tógvið stríð loksins samtykt í 2025, soleiðis at rætturin av ráða yvir egnum kroppi eisini er tryggjaður kvinnunum í Føroyum. Í dagsins talgilda heimi fer stórur partur av almenna orðaskiftinum fram á netinum, serliga millum ung. Eisini verður nógv aktivisma framd umvegis netið. Tí er hóskandi at spyrja: Hvussu sær kvinnustríðið út í dag? Hava vit framvegis eina samhaldsfasta kvinnurørslu? Er hon í dvala? Er hon í broyting? 

Svarini fáa vit hóskvøldið 5. mars.

Femifagnaðurin 2026


Femifagnaðurin, sum er hátíðarhald og markering av altjóða kvinnustríðsdegnum, er farin av bakkastokki. Ymiskir stovnar og felagsskapir luttaka á Femifagnaðinum, og skráin er tí eisini fjølbroytt og áhugaverd.