Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.02.2026 09:09

Býráðsfundur í Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Býráðsfundur 26. februar 2026 kl. 17:00

12/26 Broyting av byggisamtykt í smb. við um- og útbygging av Glyvra skúla og Heimistovufjósinum

Broyting fevnir yvirskipað um,

at tað tað ber byggja sambært verkætlanaruppskot

at broyta E1 innangarðs øki til C48 alment øki

at broyta byggisamtykt og býarplan við granna matrikul 120a og 120b.

Tekniska deild mælir til broytingar í byggisamtykt og býarplan

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.

13/26 Umsókn um byggiloyvi til útbygging av sethús, bilhús/bilskýli, matr. nr. 73 276ay, Saltangará

Bilhúsið, sum søkt verður um at byggja, er 0,5 m frá marki til veg.

Sambært almennu byggisamtyktini hjá Runavíkar kommunu, skal bilhús staðsetast 5 m frá marki til veg (bakkant av gongubreyt) og um bilhúsið er paralelt við veg, kann loyvi gevast til at byggja 2,5 m frá marki til veg

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti um undantaksloyvi til bilhús nærri mark til veg enn byggisamtyktin loyvir, tá talan er um størri frávik.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum við einum meiriluta við 3 atkvøðum fyri og 2 ímóti, at nokta bygging nærri marki til veg enn byggisamtyktin loyvir.

14/26 Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 146t, Saltangará

Byggiráð søkir vegna eigaranar av matr. nr. 146t, Hjallavegur 57 í Saltangará, um byggiloyvi til sethús við undantaksloyvi.

Húsið stendur á byggilinjuni, ið er 2,5 m frá grannamarki, við eini 2 m breiðari altan suðureftir, soleiðis at altanin er 0,5 m frá grannamarki til matr. nr. 146u.

Søkt verður somuleiðis um undantaksloyvi til at byggja bilhús 2,5 m frá marki til veg

Tað sum talar fyri undantaksloyvi:

Flestu bilhúsini við vestaru síðu av Hjallavegi, standa uml. 2,5 m frá markinum til veg, og onkur nærri enn tað

Húsini eru fyri endan av einum vegi

Djúptin eystur/vestur av planeraðum øki er avmarkað

Tað sum talar ímóti undantaksloyvi:

Sambært byggisamtyktini skal bilhús standa 5 m frá marki til veg

Møguliga verður vegurin longdur í sambandi við framhaldi av útstykkingini

Grannin sunnanfyri, er ein av teimum fáu á vestaru síðu av Hjallavegi, sum hevur bilhús 5 m frá marki til veg

Tekniska deild mælir til:

ikki at ganga umsóknini um altan ímóti grannamarkið á møti

ikki at geva undantaksloyvi til at byggja bilhús nærri enn  5 m frá marki til veg

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum frá Teknisku deild um ikki at ganga umsóknini.

Í samband við undantaksloyvi til bilhús, tekur nevndin við einum meiriluta við 3 atkvøðum fyri og 2 ímóti undir við tilmælinum um at nokta bygging nærri enn 5 m frá marki til veg.

15/26 Umsókn um at keypa og sundurbýta, burturav matr. nr. 51a og 55, Tofta bygd, frábýtta stykkið verður so tils. uml 400 m2

Arvingarnir til ognina matr. nr. 55, Mýravegur 29 í Runavík, søkja um at frábýta uml. 200 m2 burtur av ognini og at keypa uml. 200 m2 burturav grannaognini norðanfyri, matr. nr. 51a og at býarplanurin verður broyttur samsvarandi hesi ætlan.

Ætlanin er so at leggja teir frábýttu 200 m2 frá matr. nr. 55, saman við teimum 200 m2, sum søkt verður um at keypa burturav matr. nr. 51a. Soleiðis kann tað blíva til eitt nýtt grundstykkir á uml. 400 m2

Í sambandi við bygging av svimjihøllini er talið av parkeringplássum nógv minkað við ítróttardepilin. Tí metir tekniska deild, at økið sum søkt verður um at keypa, kundi verði grivið út til parkeringsøki til 8-12 bilar

Tekniska deild mælir frá at broyta býarplanin og selja uml. 200 m2 burturav grannaognini norðanfyri, matr. nr. 51a

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

16/26 Umsókn um byggiloyvi til útbyggjan av kjallarahædd og innrættan av íbúð á matr.nr 104 Glyvrar

Eigarin av húsunum  matr. nr. 104, á Glyvrum, hevur søkt um byggiloyvi til at byggja kjallarin út og innrætta eina íbúð.

Umsóknin líkur treytirnar í byggisamtyktini burtursæð fra at einki parkeringspláss er til húsini, so bilarnir verða parkeraðir á vegnum til húsini.

Í sambandi við útbyggingina, ætlar umsøkjarin at gera parkeringspláss niðanfyri húsini.

Av tí at Heimistovufjósið, eftir ætlan skal umbyggjast til musikkskúla, liggur so tætt við húsini, er trubult í verandi støðu at avgera hvar innkoyringin til parkeringspláss skal verða og um tað er pláss fyri innkoyringini ímeðan arbeiði, við at umbyggja fjósið til musikkskúla, fer fram.

Tekniska deild mælir til, at útskriva byggiloyvi til útbyggingina av húsunum við treytum, og bíða við parkeringsplássinum, til endalig avgerð um byggingin av musikkskúlanum er farin í gongd.

Innkoyring til matrikkul verður avgreiddur í samband við prosjektering av Heimistovufjósinum.

Tekniska deild mælir til at játta umsóknini um byggiloyvi við treytum til útbygging og bíða við parkeringsplássi, til arbeiðið við umbygging av fjósinum er fari í gongd.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum

17/26 Umsókn til byggiloyvi til nýggja arbeiðshøll til Univice á Rókahavnini

Sp/f RAM hevur vegna UNIVICE sent umsókn um byggiloyvi til verkstaðshøll á leigaða økinum hjá Runavíkar kommunu í Rókini.

Viðv. staðseting av nýggja bygninginum:

Norðanfyri verandi bygningi er 21 metrar av Leigulendi. Søkt verður um ein 20 m breiðan bygning, ið er 5 m frá verandi bygningi. Hetta ger, at nýggi bygningurin fer 4 m útum leigulendi.

Tekniska deild mælir til, at nevndin gevur teknisku deild heimild at útskriva byggiloyvi tá umsóknin líkur treytir í BK 17 og Almennu byggisamtyktini hjá Runavíkar kommunu.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnunevndin taka einmælt undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

18/26 Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 541a og samanlegging av matr. nr. 10a, Skála til ummælis

Sundurbýti og samanlegging av øki í Skálafriði ísv. við framtíðar útstykking

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum

19/26 Broytting av reglugerð fyri útlutan av grundstykkjum

Nýggja reglugerðin fyri útlutan av kommunalum grundstykkjum varð samtykt 27/2-2025.

Í løtuni er støðan tann, at bíðilisti er til grundstykki í Saltangará.

§3 í reglugerðini sigur, at tann ið tekur av tilboði um grundstykki skal, í seinasta lagi eitt ár eftir at tilsøgn um grundstykki er givin, hava latið kommununi skjalprógv um, at klárt er at fara undir at byggja, ella fellur tilsøgnin burtur.

Mælt verður til at broyta §3 soleiðis, at freistin fyri at lata kommununi skjalprógv um, at klárt er at fara undir at byggja og fígging er tøk til ætlanina, verður sett til ½ ár eftir at tilsøgn um grundstykki varð givin.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum

20/26 Filmsverkætlan – Hatta tosa vit ikki um

Filmsverkætlan um kvinnusøgur úr farnum tíðum í trimum pørtum

Hatta tosa vit ikki um! er ein dokumentarrøð í trimum pørtum.

Framleiðararnir hava eisini søkt um stuðul frá øðrum kommunum.

-Mentanarnevndin mælir einmælt býráðnum til at játta kr. 40.000 av Rakstrarstað 557 – Kykmyndaætlan.

21/26 Stuðul til Heimavirkni

Áhugafelagið Heimavirkni søkir um stuðul til húsaleigu fyri 2026.

Runavíkar kommuna hevur í fleiri ár stuðla Áhugafelagnum Heimavirkni til húsaleiguna. Síðani 2019 hevur stuðulin verið í fastari legu á kr. 50.000 árliga.

Trvinaðarleiðarin mælir til at játta kr. 50.000,- í stuðli av nýggjum rakstrarstað 568.

-Mentanarnevndin hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum.

22/26 Umsókn um stuðul til FMA 2026

Tónleikasamband Føroya søkir um fíggjarligan stuðul í samband við FMA – Faroese Music Awards.

FMA verður hildið í Norðurlandahúsinum 6. mars, og Kringvarp Føroya sendir beinleiðis í sjónvarpinum frá tiltakinum.

-Mentanarnevndin mælir til at játta stuðul á 30.000 kr., av RS 552 – Mentanarstuðul.

23/26 Ítróttarhøllin Skála – Ventilatión, ljós og hitaskipan

Ítróttarhøllin á Skála er bygd í 1980 – 82 og bæði ventilatiónsskipan til høllina og hitaskipanin eru frá teirri tíðini.

Avbjóðingar hava í fleiri ár verið við ventilatiónsskipanini til ítróttarhøllina. Ventilatiónsverkið er í sera ringum standi, og sera trupult er at skaffa eykalutir til hettar

Í sambandi við Oyggjaleikir 2027 skal ítróttarhøllin á Skála nýtast til at hýsa tenniskappingum. Í hesum sambandi er eitt krav, at fríhæddin upp til loftið er 10 metrar á miðjuni, og at onki er niðurhongt úr loftinum. Verandi niðurhongdu ljós mugu tí skiftast og leggjast upp undir loftið

Kostnaðarmetingin fyri hesar loysnir eru:

Ventilatión: 4,065 mió kr. + mvg

Hitaskipan: 0,82 mió. kr. + mvg

Ljósskipan: 0,45 mió kr. + mvg

Samlað er talan um eina íløgu á umleið 5,7 mió kr íroknað meirvirðisgjald, um øll uppskotini verða sett í verk.

Á Fíggjarætlanini fyri 2026 eru játtaðar 1,5 mió kr til endamálið.

Trivnaðarleiðarin mælir til at fara undir at prosjektera nýggja ventialtión, hitaskipan og ljósskipan, og at bjóða hesi út

-Ítróttarnevndin hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarleiðaranum.

24/26 Umsókn um stuðul til minnismerki í Oyndarfirði

Søkt verður um kommunalan stuðul til at seta upp eitt minnismerki til tey, ið farin eru í vanlukkum í Oyndarfirði

Søkt verður um 250.000 kr. Fíggjarætlanin er 1,35 mió kr. Stigtakararnir hava higartil fingið tilsøgn um stuðul á 840.000 kr. Hetta er frá fyritøkum og privatpersónum við tilknýti til Oyndarfjørð. Harumframt hevur kongshúsið eisini stuðlað.

-Fíggjarnevndin hevur samtykt av flyta 200 tkr, sum avsettar eru í FÆ 2026 til Minnismerki.

25/26 Útreiðsluneutralar eykajáttanir í FÆ 2026

Gjaldstovan boðar frá, at kontoskipanin viðvíkjandi limagjaldi til Kommunufelagið (KF, KAF, BVS og SSP) verður broytt, at stuðulin til Sprotan somuleiðis fær broytta uppseting í roknskaparuppsetingini
Harafturat hevur Trivnaðarleiðarin í RK skotið upp, at broyta uppsetingina viðv. stuðuli til Heimavirkni, sum higartil hevur verið tikin av RS 552 «Mentanarstuðul»

Skotið upp at gera hesar broytingar:

Limagjaldi til Kommunufelagið verður broytt samsvarandi boðunum frá Gjaldstovuni, Játtanin er óbroytt.

Stuðulin til Sprotan fær nýtt rakstrarstað RS 480 «Stuðul til Sprotan» og játtanin, sum er avsett á RS 410 «Skúlar Felags» verður flutt á RS 480 (113 tkr).

Stuðulin til Heimavirkni verður fluttur á RS 568 «Stuðul til Heimavirkni» og játtan upp á 50 tkr verður flutt frá RS 120 «Felags kommunalar útreiðslur» sum avgjørt á FÆ-arbeiðsdegi í Klasvík í oktober 2025.

-Fíggjarnevndin hevur einmælt tikið undir við uppskotinum um broytingar í uppsetingini á fíggjarætlanini.