Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.02.2026 17:07

Altjóða skótavitjan

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Umboð fyri altjóða skótafelagsskapin WAGGGS hava saman við føroyskum skótaleiðarum vitjað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum.

Føroysku gentuskótarnir eru við at fáa sjálvstøðugan limaskap í altjóða skótafelagsskapinum WAGGGS, sum stendur fyri The World Association of Girl Guides and Girl Scouts. Endamálið hjá altjóða felagnum er: “At stuðla gentum og ungum kvinnum at menna sjálvsálit, leiðsluevni og førleikar at gera mun í egnum lívi og samfelagi”.

Landsstýrismaðurin varð kunnaður um altjóða felagsskapin, har 153 lond og meiri enn 10 milliónir fólk kring allan heimin eru við. Á fundi í Kambodja í juni mánaði í ár fer WAGGGS at taka støðu til sjálvstøðugan føroyskan limaskap. Tað eru grønu KFUK-skótarnir og gentuskótarnir í Føroya Skótasambandi, sum umvegis Føroya Skótaráð koma at verða limir í altjóða felagnum.

Føroysku dreingjaskótarnir eru í altjóða høpi skipaðir í ein annan felagsskap, WOSM (World Organization of the Scout Movement), har Føroyar enn ikki hava rokkið sjálvstøðugum limaskapi, men luttaka umvegis Danmark.  

Tað eru umleið 1000-1200 skótar í Føroyum, harav meiri enn helmingurin eru gentur. Talið á skótum er økt seinastu árini, og tað er at fegnast um, tí tað er gott fyri børn og ung at vera partur í einum felagsskapi, sum byggir á virðini hjá skótarørsluni: Ábyrgd, álit, virðing, hjálpsemi og tænastuhugur.

Landsstýrismaðurin ynskti føroysku skótunum góða eydnu at fáa tað seinasta upp á pláss við sjálvstøðugum altjóða limaskapi í WAGGGS.