Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.02.2026 15:50

Nýggir høvuðsstuðlar hjá FSF

Frá vinstru: Sjúrður Olsen, Bygma Balslev, Eva Skeel Nolsø, Føroya Tele, Christian Andreasen, forseti í FSF, og Andrias Sólsker, Atlantic Airways - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways verða nýggir høvuðsstuðlar hjá MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnum.

Seinnapartin hósdagin skrivaði Fótbóltssamband Føroya undir stuðulsavtalur við Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.

Avtalurnar, ið eru galdandi næstu fimm árini, merkja, at hesar tríggjar fyritøkurnar verða høvuðsstuðlar hjá MeistaraDeildunum hjá kvinnum og monnum.

– Við samstarvinum fáa vit eitt sterkt og støðugt grundarlag at byggja á. Vit ynskja alla tíðina at menna okkara kappingar og kunnu við hesum avtalum arbeiða miðvíst við at lyfta tær upp á eitt hægri stig, samstundis sum vit skapa støðufesti og hava møguleikar fyri langtíðarætlanum, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Í felag ynskja Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways at leggja dent á, at føroyskur fótbóltur verður bygdur á trivna og felagsskap kring alt landið, og at geva komandi ættarliðum íblástur til menning og samstarv.