Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.02.2026 20:38

Hópurin móti Kýpros og Grikkalandi úttikin

Kvinnurnar hava havt fleiri venjingar í vetur, og nú hevur Pætur Smith Clementsen úttikið hópin, sum skal umboða Føroyar í mars mánaði - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt tær 20, ið eru úttiknar til dystirnar móti Kýpros og Grikkalandi fyrst í mars mánaði. Nýggj í hópinum er Súsanna Laksáfoss Godtfred úr HB

Fyrst í mars mánaði skal føroyska landsliðið aftur á vøllin. Kvinnurnar skulu spæla ein venjingardyst ímóti Kýpros 2. mars á Ethnikos Achnas stadium, og 7. mars er HM undankappingardystur ímóti Grikkalandi á Theodoros Vardinogiannis stadium.

Hópurin til komandi uppgávur er nú kunngjørdur, og millum tær 20, ið landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen hevur úttikið, er eitt nýtt andlit – Súsanna Laksáfoss Godtfred úr HB. Í sjónbandinum niðanfyri er stutt samrøða við Súsonnu og roynda landsliðsleikaran Saru S. Shaki.

Hesar hava fingið landsliðsboð: 
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ 
Sanna Svarvadal, KÍ
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Gunnvá Lützen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Sara Samson Shaki, HB
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB
Heidi Sevdal, NSÍ
Anna Caroline Brændstrup, Gil Vicente (Portugal)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Fridrikka Maria Clementsen, ÍBV (Ísland)