Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.02.2026 19:16

NSÍ styrkir seg við serbiskum verjuleikara

Mynd: NSI

NSÍ boðar í kvøld frá at felagið hevur styrkt seg við serbiska verjuleikara.

NSÍ skrivar soleiðis:

NSÍ hevur skrivað sáttmála við serbiska leikaran Nikola Kovacevic.

Sáttmálin við 31 ára gamla verjuleikaran er galdandi fyri kappingarárið 2026.

Nikola er uppvaksin í serbiskum fótbólti, har hann hevur leikt við fleiri feløgum í bestu serbisku deildini. Harumframt hevur hann seinastu árini leikt í bestu deildunum í Montenegru, Lettlandi, Lybia og Indonesia.

192 cm høgi serbin fer at styrkja um verjupartin hjá NSÍ. Nikola er sterkur í luftini, kroppsterkur og er dugnaligur at lesa spælið.

Vit í NSÍ ynskja Nikola hjartaliga vælkomnan í felagið, og vit gleða okkum at síggja nýggja leikaran eyðkendu gulu blusuni við Løkin! Nikola verður ynskt alt tað besta í komandi kappingarárinum.