Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.02.2026 18:36

Friðarrørslan bjóðar til aðalfund og friðartiltak í Perluni 22. februar 

Tíðindaskriv

Friðarrørslan, Føroyingar fyri friði, bjóðar til aðalfund í Perluni í Tórshavn sunnudagin 22. februar 2026 kl. 14:00. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Sama dag kl. 15:00 skipar friðarrørslan fyri friðartiltaki sama stað í sambandi við, at tað í hesum døgum eru 4 ár liðin siðani russisku innrásina í Ukraina. 

Endamálið við friðartiltakinum er at varpa ljós á týdningin, at friður fæst í lag skjótast gjørligt, tí avleiðingarnar av langdrigna krígnum eru oyðileggjandi ikki minst menniskjaliga. Deyðstølini fyri bæði sivil- og herfólk eru ógvuslig umframt tey mongu særdu og flýddu.

Hóast friðartiltakið 22. februar hevur fokus á kríggið í Ukraina, so minnir friðartiltakið eisini okkum á, at tað tíverri eisini eru kríggj og ófriður aðrastaðni í heiminum, har fólk líða og menniskjarættindi dagliga vera sett til síðis. 

Friðartiltakið hevur eina fjølbroytta skrá við røðum, tónleiki, listaframsýning og beinleiðis frásøgn frá fólki, sum eru í Ukraina. Endaliga skráin verður almannakunngjørd ein av fyrstkomandi døgum. 

Vit í nevndini í friðarrørsluni vóna, at undirtøkan fyri bæði aðalfundi og friðartiltaki í Perluni 22. februar verður góð. Øll eru vælkomin.  

Tórshavn, 8. februar 2026

Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði

Henrik Weihe Joensen, forfólk                                           Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk    

Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur                   Petur Asano, nevndarlimur

Ólavur Weihe Joensen, skrivari