Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.02.2026 10:34

Dansur fyri øll í Løkshøll!

Tíðindaskriv/Løkshøll

Í vetrarferiuni verður skipað fyri stórum dansitiltaki í Løkshøll, har endamálið fyrst og fremst er at geva skúlabørnum høvi at savnast í nakrar tímar til læruríkar og stuttligar dansir. Men tiltakið avmarkar seg ikki til skúlabørn, tí øll eru hjartaliga vælkomin at taka lut, og ikki er neyðugt at hava dansiførleikar fyri at vera við. Ymisku dansirnir fevna bæði um einstaklingadansir so sum silent disco, line dans, dansir úr Ghana, og pardansir so sum nýmótans jive og tann meira siðbundna enska dansin, sum tey ungu kanska ikki duga í sama mun sum fyrr.  

“Vit vóna at síggja hópin av glaðum børnum og ungum og sera fegin eisini bæði ommur, gubbar og mostrar. Dansigleði hevur einki aldursmark og vit hava fingið samstarv við góðar undirvísarar, sum koma at leggja lag á. Dansur er gott fyri bæði likam og sál. Vit enda hendan dansidagin við ‘okkara egna’ føroyska dansi saman við dansarum úr lokala dansifelagnum”, sigur mentanarsamskiparin Urd Johannesen.

Dansitiltakið er hósdagin 12. februar og byrjar kl. 11.00 við Silent Disco og heldur á fram til kl. 18.00. Í kantinuni er søla av kaffi, sunkist, samlokum og køku. Nærri kunning um tiltakið og skráin er tøk á loksholl.fo Atgongumerki fyri allan dagin kostar einans 50 kr og fæst á loksholl.fo og við dyrnar. 

Spjaldur