Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.02.2026 15:04

Lat okkum seta hol á eina Føroyska rúmdarvinnu 

Lesarabræv

Føroyar liggja soleiðis fyri, at útgangsstøðið fyri rúmdarvinnu er sera gott. Í hesum óstøðugu tíðum ræður um at smíða meðan jarnið er heitt, og melda okkum til sum ein sentralur aktørur innan sjálvstøðuga evropeiska rúmdarvinnu.

Tað kann tykjast fjart – onkur vildi sagt at mann er uppi á mánanum – men fortreytirnar fyri at Føroyar kunnu vera ein miðdepil fyri rúmdarvinnu er avbera góðar. Og tá havi eg ikki sagt ov nógv.

Føroyar eru staðsettar soleiðis, at møguleiki er fyri at gera móttøkustøðir av data frá teimum fylgisveinum, ið ferðast kring pólarnar. Hetta er eisini galdandi fyri teir fylgjusveinar, ið ætlanir eru um at skjóta úr SaxaVord Spaceport í Hetlandi.

Rúmdarvinnan er ein skjótt vaksandi vinna, og stórveldini brúka nógva tíð og orku til at vera førandi innan rúmdarvinnuna, tí hon verður framtíðin. Næstu árini fara vit at skjóta hundraðtúsindtals fylgjusveinar upp í rúmdini, og higartil hevur USA staðið fyri bróðurpartin. Talan er um ein milliardaídnað, og Føroyar kunnu fáa ein part av køkuni.

Evropa er væl aftanfyri USA, tá ið tað kemur til rúmdarvinnu, og førleikan at senda egnar rakettir upp í ringrás við egnum fylgisveinum. Evropa hevur eitt nú bara 3 rakettstøðir á kontinentinum (Andøya Spaceport í Noreg, Saxavord Spaceport í Hetlandi og Esrange Space Center í Svøríki).

Føroyar eru væl staðsettar til eina rakettstøð, sum kann senda rakettir upp í ringrás. Hetta er ein kapasitetur sum Evropa skríggjar eftir í løtuni, aftaná at tað er vorið greitt, at USA ikki er ein eins álítandi samstarvsfelagið sum hann var fyrr.

Sostatt kunnu Føroyar fáa eitt stórt bein afturat at standa á, tí vinnan ber við sær eina rúgvu av arbeiðsplássum – harímillum eina rúgvu av verkfrøðingum, flogskiparum, trygdarfólkum, vísindafólkum, stálsmiðjum, veðurfrøðingum og løgfrøðingum, bert fyri at nevna nøkur dømi.

Harafturat ber tað nógv avleitt virksemi við sær fyri gistingarhús, matstovur og so framvegis.

Taka vit Saxavord Spaceport í Hetlandi sum dømi, so fer støðin væntandi at bera við sær heili 140 arbeiðspláss á sjálvari oynni sum støðin er á, meðan heili 600 arbeiðspláss verða skapt omaná kring Skotland.

Tí haldi eg at vit eiga at byrja tilgongdina til at blíva – ikki bara ein stuðlandi leikari – men ein lyklaleikari innan Evropeiska rúmdarvinnu. Fyri at skapa vøkstur í Føroyum, trygd og sjálvræði í Evropa og menning og gransking fyri allan heimin.

Bjarni Kárason Petersen

Løgtingsmaður