Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.02.2026 12:22

Tiltøk í Havn og Klaksvík: Hvat kunnu Føroyar læra av donskum útlendingapolitikki?

Frederik Vad og Bjørn Brandenborg

Tíðindaskriv/Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Hvussu kann eitt demokratiskt, opið samfelag verja seg sjálvt, sín samleika og síni virði í eini tíð við nógvari tilflyting. Hetta tosa Frederik Vad, Bjørn Brandenborg og Sjúrður Skaale um á tveimum tiltøkum. Mánadagin í Havn og týsdagin í Klaksvík.

Í sambandi við at útlendingamál eru á dagskránni í Føroyum hevur Sjúrður Skaale boðið Bjørn Brandenborg og Frederik Vad úr danska Javnaðarflokkinum til Føroya. Teir fara at hugleiða um, hvat Føroyar kunnu læra av donsku royndunum. 

Talan er um eitt tiltak í Havn mánakvøldið og eitt í Klaksvík týskvøldið.

Seinastu árini hevur danski javnaðarflokkurin broytt kós í útlendingamálum. Flokkurin er farin frá einum rættiliga linum politikki, til ein sera stramman og kontantan politikk. Frederik Vad og Bjørn Brandenborg fara at greiða nærri frá teimum royndunum, ið hava ført til broyttu kósina.

Teir fara eisini at tosa um, hvussu Danmark sum eitt opið samfelag kann verja talu- og trúarfrælsi og samstundis verja seg ímóti eitt nú islamismu. 

Bæði tiltøkini eru ókeypis, og høvi verður at seta spurningar.

Tiltakið í Havn verður á Hilton Garden Inn mánadagin 9. februar klokkan 19.

Tiltakið í Klaksvík verður í Varpinum týsdagin 10. februar klokkan 19.

Frederik Vad

Frederik Vad er framsøgumaður í útlendinga- og integratiónsmálum fyri danska Javnaðarflokkin. Hann hevur sett dagsskránna í kjakinum farnu árini við hugtakinum ”den tredje erkendelse” – tann triðja sannkenningin. Hon snýr seg um, at integratión ikki bara er ein spurningur um útbúgving og arbeiði, men eisini um virðir. Ein at síggja til væl integreraður persónur kann sambært Frederik Vad vera ein avbjóðing fyri samfelagið, um hann/hon grundar sítt lív á ódemokratisk virðir. 

Bjørn Brandenborg

Bjørn Brandenborg er framsøgumaður í rættarmálum fyri danska Javnaðarflokkin. Í Føroyum er hann mest kendur fyri at vera slektaður úr Føroyum, hava føroyska konu og vera beiggi liðforkvinnuna á føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Í Danmark er hann hinvegin kendur sum íðin talsmaður fyri útjaðaran. Hann hevur eisini markerað seg í kjakinum um tilflyting og um virðisstríðið millum fólkaræði og islamistiskar kreftir.