Hondbóltssamband Føroya
Stuðulsavtalan millum reiðaríið, Varðan, og HSF er longd fram til og við 2027.
Manslandsliðið var í Eysturoynni herfyri undan EM-endaspælinum, har teir vandu á Kambsdali og vitjaðu í Skúlanum í Gøtu. Varðin hevði eftirfylgjandi boðið liðnum til ein betri bita í høvuðssætinum hjá teimum á Garðabrekku í Gøtu, og var nýggi sáttmálin har undirskrivaður av Boga Jacobsen, stjóra í Varðanum, og Andrassi Thomsen, stjóra í HSF.
Framfýsnað felagið í Gøtu, sum í mong ár hevur myndað føroyskan sjómansskap og fiskavirking, er við stuðulsavtaluni við til at tryggja, at góða gongdin hjá føroyskum hondbólti eisini kann halda fram og bera okkara fremstu leikarar enn longur á altjóða pallinum.

