Tíðindaskriv/Filmshúsið
Stroyma.fo er nýtt filmssavn og harumframt ein serstøk føroysk stroymingartænasta við føroyskum filmum, sum kunnu síggjast um allan heim.
Endamálið er at savna føroyskar filmar og røðir á einum stað og at tryggja, at alt Føroya fólk – bæði stór og smá fáa møguleikan at síggja føroyskar framleiðslur á føroyskum úr føroyskum jørðildi, sigur Marjun Niclasen leiðari í Filmshúsinum.
Tað er týdningarmikið, at føroyskar framleiðslur ikki hvørva, men verða varðveittar og tøkar nú og í framtíðini.
Føroysk filmsfólk fáa harumframt ein pall at vísa og selja síni verk í Føroyum og uttanlands. Sostatt lata vit eisini filmsfólkið eitt “visittkort” úti í heim.
Framleiðslurnar eru flokkaðar í stuttfilmar, spælifilmar og heimildarfilmar . Nýggjastu framleiðslurnar verða atkomiligar fyri eina rímiliga upphædd, sum fer beinleiðis til føroyska framleiðaran. Í løtuni eru bert nakrir fáir filmar inni á Stroyma. Hetta er tí, at mannagongdin er tann, at filmsfólk sjálv skulu leggja tilfar inn á stroyma.fo
Filmhúsið eigur og hevur ábyrgdina av skipanini.
