Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.12.2025 10:22

Eysturoyggin væl umboða í nevndini hjá Føroya Fiskimannafelag

Á myndini frá vinstru: Esmar Mikkelsen, John Frank Haraldsen og Erling Jacobsen allir nývaldir (Mynd: Føroya Fiskimannafelag)

Føroya Fiskimannafelag

Nýggj andlit í nevndini hjá Føroya Fiskimannafelag

Í gjár helt Fiskimannafelagið landsfund í Løkshøll. Fyri fyrstu fer í søgu felagsins skuldu nevndalimirnir veljast beinleiðis á sjálvum landsfundinum.

Við broytingini er skipanin við økisvaldum nevndarlimum burtur, t.d sýsluformenn.

Á landsfundinum í ár skuldi sekst nevndarlimir veljast.

Áðrenn fundin var greitt, at Sámal Poulsen og Sólberg Olsen, sum vóru valdir ávikavist í suðuroy og Vágoy, ikki stillaðu uppaftur. Hinir, Magnus Pauli Glerfoss, Per Á Sýnini, Sniálvur Røvilsberg, Hans Vilhelm Danielsen stillaðu allir uppaftur. 

Stríðsval at sleppa í nevndina

Sum nevnt skuldi seks nevndarlimir veljast, men, otta valevni vóru at velja í.

Valdir vóru Erling Jacobsen, Gøtu og  Hans Vilhelm Danielsen, Tórshavn, Per á Sýnini, Runavík, Sniálvur Røvilsberg, Skopun, Esmar Mikkelsen, Syðrugøtu og John Frank Haraldsen, úr Sandavági. Varalimir eru nú Pól Fuglø, Norðdepli og Magnus Pauli Glerfoss, Klaksvík.

Nýggja nevndin tekur við 1. februar 2026.