Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.11.2026 11:16

Jólahugni í Leirvík 

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna

Sunnudagin 15. november frá kl. 14.00 til 18.00 verður Brandstøðin í Leirvík aftur karmur um ein hugnaligan jólamarknað fyri alla familjuna. 

Á jólamarknaðinum verða áleið 20 sølubásar við alskyns spennandi lutum til sølu, og harumframt verður nógv annað hugnaligt á skránni. Her verður okkurt fyri bæði stór og smá – børnini kunnu millum annað fara ein ókeypis túr við brandbilinum ella hugna sær í teknikrókinum. Eisini verður felags jólasangir, listaframsýning og kafé, har til ber at seta seg niður við einum góðum kaffimunni og njóta jólastemningin. 

Endamálið við tiltakinum er, at geva fólki høvi at selja síni kreativu verk, samstundis, ynskja vit at savna fólk til felags jólahugna. Tað verður eitt gott høvi at finna ta serligu jólagávuna – gávuna, sum er gjørd við nærleika og kærleika, kanska frá einum, sum tú kennir. Vit vóna, at nógv vilja leggja leiðina framvið Brandstøðini sunnudagin 15 november og vera við til at skapa ein góðan og hugnaligan dag saman. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.