Báta- og Listasavnið
Leygarkvøldið 28. november kl. 20 fáa vit forkunnuga vitjan í Báta- og Listasavninum.
Martin Joensen, ein av okkara mest elskaðu sangskrivarum, kemur at spæla saman við soninum Sakaris og svigarsoninum Ólavi Gaard.
Morgun, Ró, Svarti ravnur, Uttan teg…
Vit kenna sangirnar. Vit hava sungið teir, lurtað eftir teimum og tikið teir til okkum. Teir eru vorðnir partur av okkara felags søgu og samleika.
36 sangir hjá Martini eru í Grønu sangbók, eins og hann hevur sangir í føroysku sálmabókini og í songbókini hjá brøðrasamkomuni.
Nú fáa vit høvi at uppliva Martin í teimum hugnaligu og søguríku karmunum á Bátasavninum.
Vit gleða okkum til eitt heilt serligt tónleikakvøld.
Einans fá atgongumerki erusett til sølu, so tað ræður um at skunda sær.
Bátasavnið í Leirvík
Leygardagin 28. november kl. 20
Atgongumerki: https://www.atgongumerki.fo/events/3819676.
