Tíðindaskriv/ Mentanarhúsið og Etasjan
Mentanarhúsið og Etasjan í Fuglafirði bjóða aftur í ár til eitt brak av eini nýggjárskonsert leygarkvøldið tann 27. desember.
Á pallinum vera tveir av best dámdu bólkunum í landinum – HOGNI og Danny & The Veetos – umframt Silent Disco, sum mong kenna og elska frá m.a. G! Festivalinum.
Vit lova eitt kvøld við veitslulagi, hugna og góðum fólki.
HOGNI hevur sín topptrimmaða bólk við: – Jan Rúni Poulsen (trummur)
– Knút Háberg Eysturstein (ljómboð)
– Høgni Lisberg (guitar og sang)
Alexander Gaard tekur sær av ljóðnum.
Hetta er eisini fyrsta, einasta og seinasta konsert hjá Høgna Lisberg (HOGNI) við bólki í 2025!
Danny & The Veetos er eisini fullmannaðir: – Rúni Hentze (trompet)
– Fríði Bjarkhamar (trummur)
– Símun Dam (ljómborð)
– Danny Baldursson (sang og guitar) Alvin Ellebye tekur sær av ljóðnum.
Silent Disco:
– Tríggir plátuvendarar syrgja fyri teimum trimum Silent Disco-rásunum – so tú kanst velja júst títt egna dansigólvs-stev alt kvøldið. “Noregsmenn, dansið væl í stillum!”
Men tað er ikki alt.
Villiam Soo Joensen:
– Føroya besti ljósmaður, Villiam Soo Joensen syrgir fyri at ljósini og diskostemningurin er í topp!
Vit gleða okkum at síggja bæði ung og gomul til nýggjársbumbuna. Betri háttur at hátíðarhalda farandi árið og heilsa tí nýggja vælkomnum finst ikki.
Dyrnar lata upp kl. 21:00, og fyrsta konsertin byrjar kl. 22:00. Atgongumerki fáast á mh.fo
