Havstovan
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026.
Mælt verður til, at fiskidagatalið hjá Bólki 2 (trolarar) minkar við 5%, tí veiðulutfallið hjá upsa er oman fyri hámarkið. Mælt verður eisini til, at fiskidagatalið hjá Bólki 3-5 (línufør, snella og trolbátar) minkar við 5%, tí gýtingarstovnurin hjá toski er minni enn lágmarkið. Tilmælið byggir á umsitingarætlanina fyri tosk, hýsu og upsa.
Toskastovnurin á Landgrunninum er nú millum kritiska vandamarkið og lágmarkið. Hýsustovnurin er væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini.
Fyri Føroyabanka verður mælt til, at fiskidagatalið í 2026 verður 150 fiskidagar hjá einum blandingi av stórum og smáum fiskiførum við húki. Hetta er sama dagatal, sum var tilmælt fyri 2025.
Tilmælið sæst her.
