Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.12.2025 19:05

Heiðran av sløkkiliðsfólkum í Sunda kommunu

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Í nógv ár hava fólk í Sunda Sløkkiliði tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í dag vórðu nøkur av hesum heiðrað á Torginum í Skúlanum við Streymin. Somuleiðis fingu øll sløkkiliðsfólkini hvør sín jakka frá kommununi í gávu. 

Í sambandi við løtuna varð heitt á landsstýrismannin, ið varðar av tilbúgvingarmálum, at koma norð til Sundalagið og heiðra teimum, ið lúka treytirnar fyri at fáa heiðurstekn frá Føroya Landsstýri. Til løtuna søgdu borgarstjórin og landsstýrismaðurin í Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum, Eirikur í Jákupsstovu, nøkur orð og takkaðu fyri drúgva tænastu.

Til løtuna í dag vórðu hesi starvsfólk heiðrað:

Jón Láadal, 33 ár í Sunda Sløkkiliði og enn í starvi
Símun Niclasen, 32 ár í Sunda Sløkkiliði og enn í starvi
Helgi Elttør, 31 ár í Sunda Sløkkiliði og enn í starvi
Magnus Madsen, 27 ár í tilbúgving í Føroyum, harav tilbúgvingarleiðari í Sunda sløkkiliði síðani oktobur í fjør.

Um sløkkiliðsfólk kann sigast, at tá ið fólk fara inn at krógva seg undan illveðri, so fara hesi út í tænastu, og tá ið fólk fara út úr eldinum, so fara hesi inn í eldin. Kommunan takkar øllum sløkkiliðsfólkum fyri arbeiðið, ið tey hvønn dag leggja fyri dagin, til tess at tryggja kommununa og lokala fólkið.

Myndirnar hevur Kjartan Madsen tikið.

Nøkur av sløkkiliðsfólkunum vanta á myndini.

Vegna Sunda kommunu

Eyðstein Zachariasen
Borgarstjóri og formaður í tilbúgvingarnevndini

Myndir: Sunda kommuna