Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.12.2025 09:02

Veðrið: Mikudagin 17. desember

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, vaksandi til strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn, men fram ímóti middegi turrari og hann minkar vindin niður í frískan vind til strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Út á seinnapartin veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum heglingur.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk millum sunnan og útsynning, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum heglingur. Hitin alt samdøgrið 5 til 9 stig.

Sólarris: 09:47 Sólsetur: 14:58