Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Frískur vindur upp í strúk ella hvassan vind av útsynningi, 8 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður, kanska heglingur í støðum. Sum frá líður minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og tað verður longri ímillum ælini.
Fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Hitin alt samdøgrið 4 til 9 stig.
Sólarris: 09:46 Sólsetur: 14:58
