Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2025 15:45

Skótahjálpin savnaði inn 211.000 krónur

Mynd: Føroya Skótaráð

Føroya Skótaráð

Seinnapartin í dag var lítil samkoma í Skótahøllini við Havnará í sambandi við, at peningurin fyri Skótahjálpina í ár varð handaður.

Vanligt er, at Skótahjálpin stuðlar tveimum verkætlanum – einari føroyskari og einari útlendskari. Í ár gjørdi nevndin fyri Skótahjálpina tó av, at tríggjar verkætlanir skuldu fáa stuðul. 

Umleið 800 skótar vóru við til innsavningina hjá Skótahjálpini í ár, sum var frá 22. – 29. September, og tilsamans savnaðu skótarnir inn 211.000 krónur.

10 prosent av innkomna peninginum vórðu sett í grunn, og restin varð býtt í tríggjar eins stórar partar, soleiðis at verkætlanirnar fingu 63.300 krónur hvør.

Fyrsta verkætlanin var ein verkætlan hjá Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum, ið hevur til endamáls at veita styrkjandi samrøður og heilsufremjandi upplivingar í náttúruni fyri børnini, ið gista á Kreppumiðstøðini.

Onnur verkætlanin var um at lata pening til eitt dreingjaheim í Addis Ababa í Etiopia. Vegna býarmodernisering er dreingjaheimið hjá felagsskapinum Win Souls for God flutt í onnur høli, ið eru í ringum standi. Ætlanin er tí at byggja eitt nýtt dreingjaheim, ið betri tænir endamálinum.

Tað er misjónsfelagsskapurin Tæn Afrika, ið hevur søkt um Skótahjálp til dreingjaheimið.

Triðja verkætlanin er ein íverksetaraverkætlan hjá skótunum í Malawi.  Í Malawi er umfatandi og ógvisligt fátækradømi, og skótarnir í Malawi hava tí sett sjøtul á eina verkætlan, ið skal fremja íverksetan hjá skótabólkum í Malawi, sum skal koma lokalumhvørvunum til góðar, har skótabólkarnir virka.

Tað er Skótafylki Sigmunds Brestissonar, ið vegna skótarnar í Malawi hevur sent Skótahjálpini umsókn.

Eitt sindur um Skótahjálpina

Skótahjálpin er eitt samstarv millum tær tríggjar skótasamskipanirnar í Føroyum og hevur til endamáls at savna inn pening til vælgerandi endamál.

Aðaltátturin í Skótahjálpini er, at børn hjálpa børnum, og tí ganga føroyskir skótar á hvørjum ári í viku 39 frá hurð til hurð og bjóða seg fram at ganga til handa aftur fyri pening til verkætlanirnar.

Vanliga verður peningur latin einari føroyskari og einari útlendskari verkætlan, umframt at peningur verður settur í grunn til hjálp við brádliga ákomna neyð.

Hetta er 42. árið, at skipað verður fyri Skótahjálpini í Føroyum.