Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.12.2025 20:26

Tað verður stormur mikukvøldið

Savnsmynd (Eyp.fo)

Sagt verður frá heilt nógvum vindi um kvøldið í morgin.

Sambært Veðurstovu Føroya, so verður tað stormur av landnyrðingi, 18 til 23 m/s, í støðum upp í 25 m/s.

Mesti vindurin um midnáttarleitið. Samdrigið og regn, nógv ella grovt regn í støðum. Móti morgni minkar vindurin niður í strúk ella skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s.

Í teimum støðum kring landið har ættan er ring kunnu hvirlurnar gerast harðar, umleið tað tvífalta av miðalvindinum.

Tí er tað skilagott, nú tað verður sagt frá so nógvum vindi, at rudda alt leyst burtur, og at tryggja lutir, sum liggja leysir uttanfyri húsini, sum kunnu verða til ampa ella gera skaða.