Veðurstova Føroya
Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður, seinnapartin regn. Seint seinnapartin og í kvøld støkkur hann niður í útsynning, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, fyrst sunnanfyri. Í kvøld sunnan men hann gongur líðandi eystur í landsynning, og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Í nátt lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og ælaveður. Út á fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Hitin 5 til 9 stig.
Sólarris: 09:34 Sólsetur: 15:02
