Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2025 16:16

Helgi Midjord – Framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 21.-25. nov. 2025

Tíðindaskriv

Listamaðurin Helgi Midjord, ið er úr Fuglafirði, hevur verið listamaður burturav í nógv ár. Umframt at hava latið úr hondum nógvar oljumálningar, so er hann eisini kendur fyri framúrskarandi høggmyndirnar, ið hanga í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Eisini hevur hann gjørt standmyndina, ið stendur úti í Hoyvíkstjørn í Tórshavn. Hann hevur eisini gjørt bonkin, ið er gjørdur úr gróti og jarnketum við fuglum, ið stendur í viðarlundini í Fuglafirði. Hesin bleiv gjørdur í sambandi við seinastu drotningavitjanina. 

Helgi er eisini kendur frá tónleikleikalívinum sum gittarspælari og sangari. Hann gav fløguna ”Um gáttina” út í 2012.

Hansara sermerktu málningar eru m. a. av motivum úr hugaheimsins fjalda dýpi ella sálarligum speglingum. Eisini eru motivir frá náttúruni runt um í Føroyum.

Seinastu ferð, ið Helgi hevði framsýning var í 2011. Nú fáa føroyingar aftur høvi at síggja flottu listaverkini hjá Helga Midjord í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin er opin: 21.-25. november kl. 13.-18.