Tíðindaskriv/Filmsfelagið
Í morgin verður eitt nýtt forkunnugt tiltak í havn í nevnist FilmTing. Á FilmsTinginum verður umrøtt, tingast og kjakast um filmslist, mentan og vinnu.
FilmsTingið varpar ljós á allar tættir innan filmsframleiðslu. Hesa ferð hoyra vit um, hvørjar royndir filmsfólk gera sær úti í heimi og um avrik, royndir og tilgondir hjá teimum.
Tiltakið verður 20. november kl. 19.30-21.00 í Perluni í havn.
Á skránni verða hesi:
Brøðurnir Thomas og Michael Koba fortelja um verkætlanini “ Krámarnir”sum er í upptøku júst nú.
Eir í Ólavstovu, leikstjóri og Jens L. Thomsen, tónasmiður
fortelja um norðurlendsku ljóð- og myndaverkstovuna í Lofoten. Vit hoyra um samstarv og royndir teirra millum.
Sakaris Stórá, leikstjóri greiðir frá sínum royndum innan leikrit til spælifilm, umframt ta góðu tilgongdina at samstarva um leikrit og at leikstjórna ein spælifilm á føroyskum– sum endar við at vinna norðurlendsku filmsvirðislønina.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
