Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2025 11:28

Almenn móttøka

Tíðindaskriv

Í sambandi við, at nýggi skrivstovubygningurin Óðinsbrú er tikin í brúk, verður almenn móttøka í nýggju hølunum.

Móttøkan verður mánadagin 24. november 2025 kl. 15-17 í stásiligu hølunum á Óðinshædd 11, har ið høvi verður at vitja øll, sum hava leigað seg inn í bygningin.

Nýggi bygningurin er í trimum hæddum: Á niðastu hædd húsast Norðoya Sparikassi og ein kontórfelagsskapur, har ið m.a. AKF og Howden Tryggingarmekling leiga. Á miðhæddini eru Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Heilsustýrið. Á ovastu hædd hevur Tryggingarfelagið LÍV sítt høvuðssæti.

Møguligar heilsanir kunnu sendast til Beran á kontu í Norðoya Sparikassa 9865-328-745-3.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vegna leigararnar