Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.11.2025 12:05

Lívmóðurhálskrabbi kann at kalla útruddast

Heilsustýrið

Lívmóðurhálskrabbi er fjórðvanligasta slagið av krabbameini hjá kvinnum kring heimin. Í dag, 17. november, varpar heimsheilsustovnurin, WHO, ljós á lívmóðurhálskrabba. Í dag eru nevniliga fimm ár síðani, at WHO setti í verk altjóða ætlan um at útrudda[1] lívmóðurhálskrabba. Tí lívmóðurhálskrabbi kann so at siga útruddast við koppseting og skreening.

Seinastu 10 árini hava 43 kvinnur fingið staðfest lívmóðurhálskrabba í Føroyum. Av teimum vóru 20 yngri enn 45 ár. Harafturat hava 31 fingið staðfest undanstig til lívmóðurhálskrabba. Lívmóðurhálskrabbi kemur av HPV, ið er eitt virus, sum smittar við kynsligari samveru. Altjóða kanningar vísa, at HPV-koppseting gevur uml. 90% verju móti lívmóðurhálskrabba, um gentan verður koppsett, áðrenn hon er kynsliga virkin.

WHO metir, at lívmóðurhálskrabbi kann at kalla útruddast, um í minsta lagi 90 prosent av øllum gentum verða koppsettar fyri HPV, minst 70 prosent av kvinnunum luttaka í skreening, og minst 90 prosent av teimum, ið hava undanstig til lívmóðurhálskrabba fáa viðgerð.

Í Føroyum stendur HPV-koppseting øllum gentum millum 12 og 17 ár í boði. Tilboðið um skreening fyri lívmóðurhálskrabba er galdandi fyri allar føroyskar kvinnur millum 23 og 64 ár. Kvinnur millum 23 og 29 ár fáa innkalling triðja hvørt ár, og kvinnur millum 30 og 64 ár fáa innkalling fimta hvørt ár. Vit eru tó framvegis langt frá at røkka teim málunum, sum WHO setti í 2020.

Langt eftir á mál í Føroyum

Tøl frá februar 2025 vísa nevniliga eitt stórt fall í undirtøkuni fyri HPV-koppseting hjá føroyskum gentum. Góð 80 % av teimum 16 ára gomlu gentunum í Føroyum vóru liðugt koppsettar fyri HPV, meðan einans 42 % av 13 ára gomlu gentunum vóru tað. So her er langt eftir á mál fyri at røkka teimum 90 %, sum er málið hjá WHO.

Nýggj tøl um skreening fyri lívmóðurhálskrabba vísa, at í tíðarskeiðnum 2022-2025 hava 71 % av føroysku kvinnunum í aldrinum 23-64 ár tikið av tilboðnum, og er hetta beint oman fyri minstamarkið hjá WHO.

Í Danmark er gongdin hinvegin góð. Í 1960-árunum var lívmóðurhálskrabbi á triðja plássi yvir mest vanligu sløg av krabbameini hjá kvinnum í Danmark, og í 2021 var lívmóðurhálskrabbi dottin niður á 13. pláss millum danskar kvinnur. Væntað verður, at um umleið 15 ár er lívmóðurhálskrabbi ruddaður út í Danmark.


[1] Í hesum tekstinum verður heitið ”útrudda” brúkt, men hetta er ikki heilt rætta fakliga heitið. WHO brúkar heitið “eliminera”, sum merkir færri enn 4 tilburðir per 100.000 kvinnur í eitt ár.