Norðurlandahúsið
Kom og lurta eftir nøkrum av heimsins bestu messingblásarum á konsert við Reinhold Friedrich Brass Quintet, sum fer at fáa flagið á Norðurlandahúsinum at lætta sær á leygardagin, 22. november kl. 19:30.
Ikki er tað ofta, at heimsins bestu messingblásarar vitja í Føroyum – men júst hetta kvøldið verður einastandandi høvi at lurta eftir allari messingfamiljuni, tá Reinhold Friedrich Brasskvintett fyllir Norðurlandahúsið við ljómmiklum symfonium.
Norðurevropeisk messingfamilja
Í kvintettini eru messingblásarar úr fleiri norðurevropeiskum londum: Reinhold Friedrich úr Týsklandi á trompet, Jeroen Berwaerts úr Belgia á trompet, Lasse Mauritzen úr Danmark á horn, Ian Bousfield úr Onglandi á basun og Thomas Røisland úr Noregi á tuba.
Allir eru teir av mætastu messingblásarum í heiminum og eru við í viðurkendum symfoniorkestrum, m.a. Kongaliga danska Musikkonservatorium, NDR Symphony Orchestra og DR Symfoniorkestur. Á skránni hjá Reinhold Friedrich Brasskvintett eru løg, ið fevna um fleiri hundrað ára tónleikasøgu – frá Bach og Vivaldi til Glenn Miller – ið eisini endurspeglar tey 5 ymisku londini, sum kvintettin umboðar.
Um kvintettina – søga og felags visjón
Reinhold Friedrich Brass Quintet var stovnað í 2022. Kvintettin er hjartamál hjá heimskenda trompetspælaranum Reinhold Friedrich, sum hevur sett saman serstakliga dugnaligar tónleikarar við sera góðum listaligum evnum og felags tónleikavisjón.
Í 2024 gav kvintettin út fyrstu útgávu sína Unity við Solo Musica. Á útgávuni var eitt nú útsetingin hjá Brian Bindner av triosonatuni La Follia hjá Antonio Vivaldi, og útseting hjá Mogens Andresen av Fem Præludier hjá Carl Nielsen, ið sjálvsagt verða spæld á konsertini.
Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á nlh.fo
