Fótbóltssamband Føroya
Fyri fyrstu ferð skal føroyska U21 landsliðið spæla venjingardyst móti øðrum landi, tá Ungarn tekur ímóti á Új Hidegkuti Nándor Stadion í Budapest hósdagin 13. novembur.
Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið, týskvøldið kom føroyska U21 landsliðið til ungarska høvuðsstaðin, Budapest, har Føroyar í morgin, hósdagin klokkan 14:15 skulu spæla venjingardyst ímóti Ungarn.
Á middegi í dag, mikudagin var venjing á skránni, og sum heild eru allir mans í hópinum væl fyri.
– Ferðin gekk væl, og eftir eina venjing, sum vit høvdu á middegi í dag, eru vit um at vera klárir til dystin móti ungarum. Væntandi koma nakrir av teimum, ið higartil ikki hava fingið so nógva spælitíð, at fáa kjansin ímóti Ungarn.
– Men dysturin er sjálvandi eisini fyrireiking til stóru uppgávuna ímóti Frankaríki mánadagin, so vit ætla at royna ymiskt, sigur Ólavur Mikkelsen við heimasíðuna hjá FSF.
Dysturin í morgin er serligur á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð, síðani Fótbóltssamband Føroya í 2007 fór undir regluligt U21 landsliðsvirksemi, at føroyska U21 landsliðið skal spæla venjingardyst móti øðrum landi.
Í EM undankappingini eru Føroyar fremst í bólkinum við níggju stigum, og skulu brúka venjingardystin móti ungarum sum fyrireiking til undanlappingardystin móti Frankaríki.
Venjingardysturin millum Ungarn og Føroyar verður spældur á Új Hidegkuti Nándor Stadion í Budapest hósdagin 13. novembur klokkan 14:15, sum er klokkan 15:15 lokala tíð í Ungarn.
Um alt gongur eftir ætlan kann dysturin síggjast her: https://m4sport.hu/
