Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.11.2025 11:27

HSF og Smyril Line samstarvað í 12 ár

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssambandið og P/F Smyril Line hava gjørt nýggja stuðulsavtalu og longt verandi samstarv fram til 2028. Tá hava partarnir fylgst og samstarvað í 12 ár.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF og Andras Thomsen stjóri í HSF, hittu í dag Henny á Líknargøtu, Travel Director í Smyril Line, umborð á Norrönu, har tær báðar undirskrivaðu nýggja sáttmálan. Á brúnni borðreiddii Bogi Petersen, skipari á Norrönu við kaffi og køkum, og prátað varð um túrin til Oslo í januar, tá Norröna fer fullsett fjepparum til Oslo við áleið 1.000 fjepparum.

– Tað er hugtakandi at síggja føroyskan hondbólt veruliga hava bitið seg fastan á ovastu altjóða rók, sigur Henny. Kvinnurnar hava staðið seg ómetaliga væl í EM-undankappingini, og nú gleða vit okkum at síggja tær til HM í Trier í næstum. Og tá mennirnir skulu til Oslo í januar, fara vit við 1.000 føroyingum at heppa á manslandsliðið. Hetta verður ómetaliga spennandi, og sum stuðul fegnast vit um stóru undirtøkuna, sum landsliðini hava, og vit gleðast um at verða við á ferðini.

– At kappast á hægsta stigi setur eisini hægri krøv, ikki bara ítróttarlig, men eisini fyriskipanarlig, viðmerkir Gunn. At land, fólk og fyritøkur vilja standa saman um stóru tøkini, hevur alt at siga og er ein fortreyt fyri, at hetta skal bera til.