Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.11.2025 08:13

FM í Dart 2025

Tíðindaskriv/ Dartsamband Føroya

Dart árið fær ein enda leygardagin á Argjum, kappast hevur í ár verið í 10 opnum kappingum, og nú verður endabrsturin í Róðrarneystinum á Argjum. 16 teir bestu mennirnir og 4 tær bestu kvinnurnar ígjøgnum árið, fara bleinleiðis til cup, og spæla øll hini, um hvør kann møta teimum frá kl 11 á morgni. 

FM hjá kvinnum til Klaksvíkar og FM hjá monnum til Havnar ?

Seinastu mongu árini hevur tað víst seg, at FM vinnarnir hjá monnum, hava verið úr Havn, í fjør vann Jan McIntosh FM, sum hann tók frá Una Árting, og hjá kvinnunum hava tað verið møðgurnar Beinta Joensen og Jóna Miðalberg, sum seinnu árini hava deilt FM ímillum sín, seinast vann Jóna. 

Hjá monnum í ár er Jan McIntosh favorittur at endurvinna FM, men hann er ikki líka stórur favorittur, sum hann hevur verið áður. Har eru nógvir ungir spælarar á veg, sum saktans kunnu geva honum skarpan gang um FM, Jóhan Fløtt er ein av teimum nyggju, men eisini nakrir av teimum garvaðu, so sum Uni Árting, Jan Erik Fjallstein og aðrir kunnu fara allan vegin

Hjá kvinnunum er Beinta Joensen favorittur, hon tapti finaluna í fjør og svongdin at vinna er heilt sikkurt har. Jóna ið vann FM í fjør og Nadja Tróndardóttir eru nokk tey bestu boðini uppá leikarar, sum kunnu geva Beintu harða kapping

Kappingin verður frá seinnapartinum leygardagin stroymt umvegis facebook síðuna hjá dartsambandinum