Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2025 21:43

Hans fær næsta heiðurstekinið eftir 50 ár í løgregluni

Mynd: Løgmálaráðið

Løgmálaráðið

Í dag hevði eg tann heiður at lata heiðurstekin til Hans Ludvig Djurhuus, sum í 50 ár hevur tænt politinum við trúfesti, ábyrgd og virðing.

Tað er sjáldsamt at møta einum einstaklingi, sum hevur lagt so nógv í tænastuna og enn í dag er ein virkin og virðismikil partur av tilbúgvingini.

Hans Ludvig Djurhuus hevur í hálva øld verið ein lykilpersónur í løgregluni sum løgreglumaður, sýslumaður og leiðari á politistøðini í Klaksvík. Hann hevur havt ein týðandi leiklut í tilbúgvingini í Norðoyggjum, Eysturoynni og Skálafjørðinum. Hetta er eitt greitt tekin um trúfesti og ábyrgd, sum vit í dag fingu høvi at vísa virðing fyri. Hansara arbeiðsháttur hevur altíð stuðlað undir gott samstarv millum løgreglu, brandfólk og bjargingarfeløg.

Við hesum heiðurstekni vil landsstýrið og Føroya fólk takka honum fyri trúgva og virðismikla tænastu.

Hjartaliga tillukku, Hans Ludvig.