Fótbóltssamband Føroya
Leygardagin takkaði ein av okkara fremstu hjálpardómarum, rituvíkingurin Edvard Højgaard fyri seg í fremstu deildini hjá monnum.
– Hetta hevur verið ótrúliga spennandi at vera partur av, og eg havi veruliga nýtt hvørja løtu. Men alt fær ein enda, og eg haldi at tíðin nú var komin at takka fyri seg, og lata stafettina víðari til yngri kreftir.
Tað sigur nú fyrrverandi hjálpardómarin, Edvard Højgaard úr Rituvík, ið leygardagin dømdi sín síðsta dyst í fremstu deildini hjá monnum.
Nærum hvørt vikuskifti seinastu nógvu árini hevur Edvard verið at sæð á vøllunum kring landið, har hann við kønari hond av síðulinjuni hevur verið ein hollur stuðul hjá dómarunum. Og nú hann takkar fyri seg er samlaða talið av dystum væl omanfyri 600.
– Av givnum orsøkum er orkan ikki tann sama longur, sum fyri 30 árum síðani, tá eg byrjaði at døma, sigur Edvard Højgaard, sum í summar fylti 50 ár.
Fótbóltssamband Føroya vil takka Edvardi Højgaard fyri trúgva tænastu, og møguliga verður hann at síggja í øðrum uppgávum fyri FSF framyvir.


