Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.10.2025 08:37

Aleksandur gevst á Toftum

Mynd: B68

B68 skrivar á heimasíðu síni:

Áðrenn dystin í gjár fekk Aleksandur Ólavsson Jensen eina væl uppiborna farvælheilsan, tí hann fyribils gevst at spæla við besta liðnum.

Orsøkin er, at hann fer uttanlands at lesa, og vit vilja takka honum hjartaliga fyri hansara stóra og trúgva íkast til felagið.

Síðani debutin í 2017 – tá hann var einans 16 ára gamal – hevur Aleksandur spælt 211 dystir fyri B68 og er tann leikarin í verandi hópi, sum hevur umboða felagið oftast í reyða búnanum.

Vit ynskja honum góða eydnu við lestrinum og vóna inniliga, at vit aftur fáa at síggja hann á Svangaskarði í framtíðini.