Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.10.2025 22:06

Fransmenn vístu ræðandi styrki

Fronsku U21 spælararnar vístu veruliga styrki, tá teir fríggjadagin vóru á vitjan í Klaksvík. Úrslitið gjørdist 6-0 til Frankaríki - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Tað var als eingin ivi, hvønn veg sigurin skuldi fara, tá Frankaríki fríggjakvøldið vitjaði á Djúpumýru í Klaksvík. Úrslitið gjørdist 6-0 til fransmenn.

Føroysku U21 dreingirnir komu í veruligt ódnarveður, tá teir fríggjakvøldið tóku ímóti fransmonnum á Djúpumýru í Klaksvík. Og lat tað bara vera sagt beinanvegin, at betra liðið vann.

Úrslitið av EM undankappingardystinum millum Føroyar og Frankaríki gjørdist ein ruddiligur 6-0 sigur til fransmenn, sum í hálvleikinum vóru á odda við trimum.

Føroyar fingu annars ein gyltan møguleika at koma á máltalvuna tá ein hálvur tími var spældur. Finski dómarin floytaði fyri brotssparki til Føroyar, sum Áki Samuelsen var settur at taka sær av. Men franski málverjin bjargaði, og nærri komu okkara ikki.

Í staðin hildu fransmenn fram við ágangandi spælinum, og vunnu at enda greitt.

Í hinum báðum dystunum í okkara bólki, sum eisini vórðu spældir fríggjadagin, endaði tað við javnleiki 2-2 millum Estland og Luksemborg, og 0-0 í dystinum millum Sveis og Ísland.

Føroyar eru annars framvegis fremst í bólkinum við 9 stigum, Sveis hevur 4 stig, Frankaríki hevur 3, Ísland og Estland hava 2 stig í part, og aftast er Luksemborg við einum stigi.

Týsdagin í komandi viku skal føroyska U21 liðið í eldin aftur, tá Sveis kemur á vitjan á Tórsvølli.

Stigatalva og leikskrá