Tíðindaskriv/ Hugnaløtur
Stanley Samuelsen kemur við nýggjari útgávu og samstundis kemur ævisøgan hjá Stanley út í bók. Í tí sambandinum verður eitt lítið útgávutiltak og tríggjar útgávukonsertir kring landið frá 17-19. oktobur 2025. Konsertirnar eru hesar:
Útgávutiltak og signering av fløgum í Tutl fríggjadagin tann 17. oktobur kl 13.00 (ókeypis)
Norðurlandahúsið, fríggjakvøldið tann 17. oktobur kl. 20.00 (keyp á nlh.fo)
Mentanarhúsið, leygarkvøldið tann 18. oktobur kl. 20.00 (keyp á mh.fo)
SALT, sunnudagin tann 19. oktobur kl. 15.00 (keyp á salt.fo)
Í longri tíð, hevur Stanley arbeitt við eini nýggjari útgávu, har hann, saman við sera dugnaligum fólki, hevur skapt nýggj løg og hevur eisini endurskapt nøkur eldri løg. Flestu av teimum 10 løgunum á útgávuni eru á føroyskum, tó er okkurt danskt við eisini. Stanley eigur flestu løgini sjálvur, tó eru nøkur áður útgivin løg, har Stanley so hevur týtt tekstin til føroyskt. Eisini er okkurt eldri lag hjá Stanley komi á útgávuna, har tað er spælt inn í nýggjum hami. Útgávan kemur út sum fløga og talgild á netinum í fyrstu atløgu. Seinni í ár kemur útgávan út sum LP og longu nú kunnu fløgur og LP plátur undanbíleggjast á tutlrecords.com.
Útgávan eitur “Sólskin”, eftir yrkingini, Solskin, hjá William Heinesen, sum rættiliga væl lýsir hesa útgávu. Hóast Stanley er komin væl til árs og má stríðast hvønn dag við Alzheimerssjúku, so sær hann ljóst uppá tilveruna og hetta endurspeglar eisini útgávuna, úr einum enda í annan.
Eisini kemur ein spildurnýggj bók um Stanley út við sama høvi. Bókin verður løgd fram til konsertirnar og kann keypast á staðnum. Hilmar Jan Hansen hevur skrivað nýggju bókina og verður eisini til staðar.
Tónleikarar og tøkningar til konsertirnar:
Stanley Samuelsen, sang og gittar
Kim Hansen, tangentar og sang
Jóhannus á Rógvu Joensen, bass
Jósva Debes, slagverk
Tóri Restorff Jacobsen, sello
Angelika Hansen, violin
Jón Festirstein, violin
Alexander Gaard, ljóð
Súni Joensen, ljós
Kostnaður: 295,-