Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.10.2025 13:15

Fráfaringarløta fyri Anneke Højrup

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Eftir 40 ár sum kommunulæknaavloysari, hevur Anneke Højrup tikið avgerð um gevast.

Hin 15. juni 1985 byrjaði Anneke Højrup sum kommunulæknaavloysari í Skála læknadømi. Tá var viðtala á Skála og á Strondum, og læknin ferðaðist ímillum viðtalurnar. Sigvald Kristiansen var tá kommunulækni í okkara øki, og Anneke kom at avloysa hann í summarfrítíðini.

Síðani tá hevur Anneke virkað sum avloysari í læknaviðtalunum á Skála og Strondum í styttri og longri tíðarskeið hvørt  ár.

Í samband við, at Anneke nú leggur frá sær, verður skipað fyri fráfaringarløtu, har høvið verður at heilsa uppá hana.

Fráfaringarløtan verður í kirkjuhúsinum á Strondum fríggjadagin 24. oktober millum kl. 17:00 og 19:00. Kommunan bjóðar ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sjóvar kommuna