Tíðindaskriv /EpicLive
Tað verður JA-Liðið – kanska Føroya besta veitslu orkestur – ið spælir á Føroya Størsta Jólaborðhaldi.
Bæði í egnum líki og sum backingbólkur hjá solistum sum Niclas Hera, Jón úr Grandmas Basement, Árna Andreasen og øðrum, er JA-Liðið garantur fyri góðum veitslulagi.
Við kapellmeistarnum Henning Nicodemussen, ið tryggjar góða stevið, songkvinnunum Maluni Eyðunsdóttir og Lailu Carlsen, tølandi bassinum hjá Kristoffur Mørkøre, meistarliga tangentspælinum hjá Magna Husgaard og frálíka gittarspælinum hjá Jóhan Ziskason, eru vit í heilt tryggum hondum.
Føroya Størsta Jólaborðhald verður 29. november og longu nú er greitt, at RSP, Niclas Heri úr Dynamit, Árni Andreasen, Jón úr Grandmas Basement og Árni Andreasen eru við, og næstu tíðina verða onnur kunngjørd.