Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.10.2025 12:27

Árligur fundur í felagsnevndini sambært semjuskjalinum millum Føroyar og ES um styrkt samstarv

Mynd: Sendileiðararnir hjá Føroyum og ES og Sendikvinna Føroya til ES. (Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Mikudagin 24. september hittust umboð fyri Føroyar og ES til árliga fundin í felagsnevndini, sum er sett at umsita semjuskjalið um styrkt samstarv, sum varð undirritað í Føroyum í fjør. Hetta er aðru ferð at partarnir hittast sambært nýggja samstarvskarminum.

Semjuskjalið skipar ein karm fyri samstarvið millum partarnar, sum kemur afturat verandi formligu samstarvsavtalunum millum Føroyar og ES. Endamálið er at menna viðurskiftini enn meira.

Fundurin var eitt gott høvi at taka samanum gongdina síðani fyrsta fundin og at leggja eina ætlan fyri samstarvið frameftir. Partarnir umrøddu millum annað handil, fiskivinnu, arktisk viðurskifti, útbúgving, gransking og nýskapan, burðardygga ferðavinnu, talgilding, eins og matvørutrygd og tilbúgving.

Staðfest varð, at samskiftið á fleiri av hesum økjum longu er í tryggari legu, eins og partarnir umrøddu týdningin av at finna loysnir á týðandi samstarvsøkjum. Á øðrum økjum er samstarvið væl ment og liggja spennandi møguleikar fyri framman.