Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.10.2025 10:26

Væleydnaður dagur

Mynd: Havstovan

Havstovan

Fríggjadagin 26. september 2025 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurin hjá Havstovuni var í eini garagu hjá Tórshavnar Havn og nógv ymiskt varð víst fram. Sum eitt skemtiligt íkast var ein serligur myndaveggur gjørdur til høvið, har til bar at stinga høvið í eitt hol og fáa tikið mynd av sær. Myndin var ein persónur umborð á Jákup Sverra við einum stórum toski í hondunum.

Afturvendandi “fiskaborðið” var enn einaferð á tremur við fiski og øðrum úr havinum kring Føroyar. Eisini var ein stórur merktur toskur, sum var latin Havstovuni dagin fyri Vísindavøkuna. Hesin var merktur í 2017 og var fiskaður aftur 8 ár seinni.

Fleiri kappingar vóru eisini og hepnu vinnararnir hava fingið boðini.

Í Kongshøll hevði Bogi Hansen eina framløgum við heitinum “Upphiting av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?” Framløgan hjá Boga sæst á Youtube, har hon byrjar á tíðini 3:28:25.

Í snarrøðukapping í Kongshøll luttók Sólvá Jacobsen við eini framløgu um, at stødd hevur týdning, tá tað ræður um støddina á føðini hjá smáu fiskalarvunum. Dómsnevndin var samd um, at Sólvá helt bestu røðuna og vann. Snarrøðan hjá Sólvá sæst á Youtube, har hon byrjar á tíðini 5:32.

Veðrið ávirkaði Vísindavøkuna í tann mun, at nøkur av teimum, sum skuldu hava framløgu í Kongshøll, ikki fingu møtt, tí tey vóru veðurføst í útlandinum. Men á sjálvum økinum darvaði vindurin lítið og onki. Nógv fólk møttu og básurin hjá Havstovuni var væl vitjaður.

Nakrar myndir frá degnum

Myndir: Havstovan

Spjaldur