Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.10.2025 14:49

45 tiltøk í ABC-vikuni

Heilsustýrið

Í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober verður aftur skipað fyri ABC-viku. Hetta er áttandi ferðin, at ABC-vika verður, og hesaferð eru heili 45 fjølbroytt tiltøk á skránni. 

ABC-vikan varpar ljós á sálarliga heilsu og leggur serligan dent á at skipa fyri tiltøkum, ið gevur borgarum møguleika fyri at vera virkin, saman og hugbundin í nærumhvørvinum, tí nærumhvørvið kann vera sálarliga heilsufremjandi. Tað eru kommunur, feløg og stovnar, ið eru partur av ABC-samstarvinum hjá Heilsustýrinum, ið skipa fyri tiltøkum til ABC-vikuna. Heilsustýrið hevur savnað hesi tiltøk í eini skrá fyri stórar partar av landinum. Við at taka lut í tiltøkunum fáa fólk møguleika fyri at gerast partur av nýggjum felagsskapum, royna ella læra okkurt nýtt og fáa eina góða uppliving. Summi av tiltøkunum hava áður verið við til at skapa nýggjar felagsskapir, ið halda fram eftir ABC-vikuna. Seinastu árini er átakið Virkin oktober lagt afturat, ið varpar ljós á at gera smáar gerðir gjøgnum allan oktober, ið kunnu styrkja sálarligu heilsuna, og hetta átakið stuðlar tískil undir ABC-vikuna. 

ABC-vika 2025 er í døgunum 6.-12. oktober, men fyrstu tiltøkini eru longu 4. oktober. Tiltøkini í ár venda sær til allar aldursbólkar, og tey fevna um eitt nú rørslu, fyrilestrar, konsertir, matgerð og ymiskt handverk. Flestu tiltøk eru ókeypis. Umframt almennu skránna, skipa stovnar, kommunur og feløg í ABC fyri sálarliga heilsu eisini fyri innanhýsis átøkum fyri borgarar gjøgnum ABC-vikuna. 

Bjóða onkrum við tær til tiltøkini, so vit fáa fleiri at gerast virkin, saman og hugbundin í ABC-vikuni. 

Skráin fyri ABC-vikuna er tøk á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum hst.fo her.

Góða ABC viku.