Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.10.2025 08:00

Veðrið argar um vikuskiftið

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fótbóltssamband Føroya

Kappingardeildin hjá FSF hevur avgjørt at framskunda dystirnar millum 07 Vestur og KÍ og HB og B68, so hesir í staðin verða spældir fríggjakvøldið 3. oktobur.

25. umfar í fremstu deildini hjá monnum er á skránni komandi vikuskiftið, og um úrslitini háttaði seg soleiðis, so kann FM eisini verða avgjørt.

Men næstu dagarnar verður eisini boðað frá nógvum vindi, og tí hevur kappingardeildin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt at framskunda dystirnar millum 07 Vestur og KÍ og HB og B68.

Eftir ætlan skuldu hesir dystir verðið spældir leygardagin 4. oktobur, men eru í staðin framskundaðir til fríggjakvøldið 3. oktobur, tá NSÍ og B36 eisini møtast við Løkin í Runavík.

Hvussu verður við dystunum millum FC Suðuroy og EB/Streym og Víking og TB verður kunngjørt seinni. Men fyribils verður hildið fast um upprunaligu leikskránna, og spæla hesar dystir leygardagin.

Betrideildin menn / Stigatalva og leikskrá