Nes kommuna skrivar á heimasíðu síni, at umvælingar í gamla partinum í Frítíðarskúlanum eru nú gjørdar, har byggifyritøkan KBH hevur skift tak, klætt og gjørt umvælingar.
Arbeiðið er nú liðugt og avhendingarskjal varð undirskrivað í gjár millum KBH og Nes kommunu.
Fyri Nes kommunu hevur Bark v/Dáva R. Hansen havt byggileiðslu og eftirlit.




Myndir: Nes kommmuna