Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.09.2025 12:28

Eitt nýtt andlit í býráðnum í Eysturkommunu

Hugo Skorastein á býráðsfundi seinasta hósdag (Mynd: privat)

Til seinasta býráðsfund í Eysturkommunu, sum varð hildin seinasta hósdag, varð eitt nýtt andlit at síggja millum teir 9 býráðslimirnar.

Hugo Skorastein, sum fekk 67 atkvøður til seinasta kommunuval, varð fyri fyrstu ferð á býráðsfundi, eftir at ein býráðslimur ikki fekk møtt, og tískil var boð eftir varðafólki.

Hugo Skorastein var 7. valdur á Borgaralistanum til kommunuvalið í fjør í Eysturkommunu.