Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.09.2025 08:38

Virkin oktober: 31 hugskot til at styrkja sálarligu heilsuna

Heilsustýrið

Nú heystið er, og dagarnir gerast kaldari og myrkari, eggjar Heilsustýrið borgarum, dagstovnum, skúlum og arbeiðsplássum kring landið til at vera virkin í oktober til frama fyri sálarligu heilsuna. 

Við trimum álmanakkum til børn, ung og vaksin hevur átakið “Virkin oktober” 31 hugskot til at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga hvønn dag í mánaðinum. At vera virkin uppá ymsar mátar gevur okkum orku, gleði og kann gera, at vit koma í samband við onnur. Virkin oktober tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu um at vera virkin, saman og hugbundin. Hesir boðskapir eru góð og einføld amboð til at styrkja og verja sálarligu heilsuna bæði hjá okkum sjálvum og øðrum. Við átakinum ber til at fáa góðar vanar og gera smáar broytingar í gerandisdegnum, tí tær smáu gerðirnar kunnu gera stóran mun. 

Føroyingar, ið fylgja ABC-boðskapunum, hava tað betri

Úrslit úr føroysku fólkaheilsukanningini “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023 vísa, at føroyingar, ið hava eitt høgt ABC-stig, siga seg hava tað betri. ABC-stig er eitt samlað mát fyri í hvønn mun fólk eru virkin, saman og hugbundin í onkrum, ið gevur meining fyri tey. Úrslitini vísa, at tey, sum eru meira virkin í ABC-virksemi, meta seg hava eina betri heilsustøðu, betri lívsvirði, eru minni strongd, og kenna í minni mun einsemi. Eisini sæst týðuligt samband millum høgt ABC-stig og heilsuatferð so sum kostvanar, royking og svøvn.

Álmanakkar

Álmanakkarnir við uppskotum til børn, ung og vaksin eru tøkir á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum. Harumframt eru eisini tómir álmanakkar, sum kunnu brúkast til at fylla út við egnum hugskotum til virksemi, ið hóskar til eins egnu áhugamál og lívsstøðu. Tómu álmanakkarnir kunnu eisini brúkast sum eitt amboð, sum dagstovnar, skúlaflokkar ella arbeiðspláss útfylla í felag, so tey kunnu vera virkin saman í oktober. 

Átakið er eisini á Instagram- og Facebook hjá ABC fyri sálarliga heilsu. Til ber at venda sær til hst@hst.fo fyri at fáa uppsløg fyri hvønn dag til kunningarskíggjar á t.d. skúlum, stovnum og arbeiðsplássum. 

Góðan virknan oktober.