Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.09.2025 10:52

Ert tú heilur føroyingur?

IETM 2023 Blodklubb Foto: Gorm Branderup www.gorm-branderup.dk

Tíðindaskriv

Tað fer at snúgva seg um ílegur, ætt, samleika og blóð á tiltakinum Blóðliðið, sum verður í OY leygardagin 4. oktober kl. 20. Hamradun kemur eisini.

Hvussu ávirkar blóð, mentan og søga fatan okkara av okkum sjálvum – og av hvat vit kunnu verða? Hetta fer norski-samiski listabólkurin Ferske Scener at lýsa á palli á OY til palllistafestivalin VERK – Nordic Stage Days í Tórshavn.

Her kunnu áhoyrararnir gleða seg til bergtakandi og hugvekjandi kvøld við søgum, skemti og løgnum siðvenjum. Kanska fer eisini at bera til at geva blóð?

Sýningin Blóðliðið: Ílegur og mentan tekur støði í Noregs søgu, tá sámar í fleiri ættarlið vóru undir trýsti, men peikar samstundis út í heim og býður áhoyrarunum at gruna um mál, mentan og at hoyra til – eisini her í Føroyum. 

Partur av sýningini er konsert við føroyska bólkinum Hamradun.

Sýningin er partur av VERK – Nordic Stage Days, sum verður í døgunum 2. – 4. oktober í Tórshavn, sum Norðurlandahúsið hevur skipað fyri.

Atgongumerki kunne keypast á oy.fo