Í gjár varð dystur millum ÍF og Víking hjá 1. deild monnum leiktur í Fløtugerði í Fuglafirði.
Dysturin varð ikki meira enn 34 minuttir gamal, tá ið dómarin floytaði dystin av vega veður.
Tað sum gjørdi, at dómarin tók endaliga støðu at steðga dystinum var, tá ið ein strong hvirla tók fleiri av málunum sum stóðu uttanfyri vøllin, har eitt av hesum málunum rakar ein víkingaleikara sum hitaði upp. Sí video av hendingini niðanfyri.
Víkingaleikarin slapp tó snikkaleysur frá hendingini.
Sum skilst, so brotnaði eisini ein flaggstong av eini harðari hvirlu, áðrenn dysturin var settur í gongd.
Víkingur var annars á odda 1-0 við málið frá Jákup Martin Jarnskor, tá ið dysturin varð floytaður av.
Enn er ikki ásett nær dysturin verður uppaftur tikin ella leiktur av nýggjum.