Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2025 16:17

Svangaskarð byrjar at taka altjóða skap

Mynd: KBH

Í dag vóru sperrurnar til vestara skýli reistar við vøllin á Svangaskarði. Hetta er ein liður í at fáa allar áskoðarar undir tak.

Og samstundis krøv frá Fótbóltsamband Føroya, sum áseta, at skýli við 300 áskoðaraplássum undir taki mugu vera, um vøllurin framhaldandi skal verða góðkendur til dystir í bestu deildini.

Talan er um tvey skýli, eitt niðanfyri, og eitt omanfyri verandi ítróttarhús á Svangaskarði.

Tað er KHB Byggivirkið á Toftum, sum stendur fyri arbeiðinum.

Myndir: KBH Byggivirkið