Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.09.2025 15:05

Útnorðurdagurin setur matvøruveitingartrygd á breddan

Tíðindaskriv

23. september er Útnorðurdagur og dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum. Tað eru Norden i Fokus, Norðurlandahúsið og NORA (Norrønt Atlantssamstarv) sum saman skipa fyri degnum. 

NORA skipaði í fjør fyri stóru kokkakappingini Arctic Young Chef (www.ayc.fo), sum setti sjóneykuna á mat úr fleiri sjónarhornum. Eitt nú skuldu kokkarnir, sum kappaðust, gera mat úr rávørum, sum vanliga ikki vera so nógv brúktar, eitt nú saltfiski, skrubbu og kópi. Burðardygd og matoyðsl vóru tískil í miðdeplinum í kappingini og við hesum sum støði, fara vit á Útnorðurdegnum at taka fram tær royndirnar sum gjørdar vóru í kappingini

Á skránni eru tríggjar framløgur:

  • Jákup Sørensen, ráðgevi á NORA – Arctic Young Chef sum støðið undir lokalum stuttfluttum rávørum, vitan og matvøruveitingartrygd
  • Tróndur Leivsson stjóri á Búnaðarstovuni – Matvøruveitingartrygd í Føroyum, lýst við dømum úr norðurlendskari frágreiðing um sjálvsveiting í smásamfeløgum
  • Gutti Winther, kokkur og samskipari av tiltakinum “Úr Haga á Hill” – Matvøruveitingartrygd í verki: Royndir frá verkætlanini ”Úr Haga á Hill”, har staðbundnar og lítið gagnnýttar rávørur skuldu brúkast í vinnuligari framleiðslu

Dagurin endar við brellbitum sum eru gjørdir við støði í hugsanini um matvøruveitingartrygd og tilbúgving. Tað verður unga kokkatalenti Mogens Højsted, ið var ein av føroysku luttakarunum í Arctic Young Chef, sum stendur á odda at geva okkum eina spennandi matuppliving. Saman við sær hevur hann teir tríggjar royndu kokkarnar Gutta Winther, ein av fyrireikarunum av AYC, og Janus Einar B. Sørensen og Jaspur Svabo Jørgensen, luttakarar í “Úr Haga á Hill”

Tiltakið verður 23. September kl. 15-16.30 í Skálanum í Norðurlandahúsinum, øll eru hjartaliga vælkomin, og tað er ókeypis at luttaka.