Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.09.2025 10:24

Gullbrandur fyri Odmar

Gullbrandur Øregaard er úttikin til HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Europa Point komandi mánakvøld - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Odmar Færø fekk gult kort ímóti Kroatia, og er tískil leikbannaður til dystiin móti Gibraltar. Í staðin hava venjararnir sent boð eftir Gullbrandi Øregaard úr Sandnes ULF í Noregi.

Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, verður noyddur at síggja burtur frá Odmari Færø til HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Europa Point í Gibraltar mánakvøldið klokkan 19:45.

Í dystinum í gjár móti Kroatia fekk Odmar gult kort, og hann er tískil leikbannaður til komandi landsliðsuppgávu.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Gullbrandi Øregaard, ið spælir fyri Sandnes ULF í Noregi. Gullbrandur er higartil skrásettur fyri tveir A-landsdystir fyri Føroyar.